
2. deild komandi ár
Bádar hálvfinalurnar í 3. deild endadi vid javnleiki, fyrst 0-0 í Gøtu,
og sídani 2-2 á Argjum. Málskjúttar í seinna dystinum vóru Jón Jacobsen
og Johan Restorff.
Men tad vísti seg, at Víkingur í fyrra dystinum ólógliga brúkti fleiri
leikarar úr 1. deild, og tískil hevur Aganevndin tikid avgerd um, at
Fótbóltsfelagid GIZA vinnur fyrra dystin 0-3. Hetta hevur vid sær, at
vit samanlagt vinna 5-2, og eru klárir at spæla 2. deild komandi
kappingarár.
Formadurin í felagnum Andrass Thomsen sigur í einari stuttari
vidmerking vid heimasíduna, at tad var eitt stórt vón brot, tá Víkingur
javnadi í yvirtídini til 2-2, men at vit samstundis visti, at kæran átti
at fara okkara veg, tískil stód man vid blandadum kenslum aftaná
dystin. Hann leggur aftrat, at felagid seinastu 3 kappingarárini hevur
arbeitt midvíst ímóti at koma upp í 2. deild, og frødist um, at tad nú
er eydnadist, aftaná Undrid FF og VB/Sumba stedgadi felagnum hini árini.
At enda hevur hann eina heilsan til hini lidini í deilduni: VIT
SÍGGJAST NÆSTA ÁR !
Finalu dysturin í 3. deild verdur leygardagin 13.00 ímóti Skála (sum er hin uppflytarin).










