
Glitnirsteypið til ognar
um vanligur siðir á Ólavsøku, so varð 27. juli spælt um Føroya størsta
steyp (Heðin Mortensen vildi vera við, at tað var heimsins størsta).
Seinastu tvey árini hevur mótstøðuliðið verið Undrið FF, men hesuferð
var spælt ímóti B36. B36 liðið var manna við navnframum leikarum sum
John Petersen, Jan Guttesen og Bergur Midjord.
Dysturin leikaði javnt á, og vit høvdu bóltin fyri tað mesta, men
fingið lítið burtur úr stóra yvirtakinum í spælinum. Leikarnir fóru til
hálvleiks uttan, at nakað av liðnum høvdu teir stóru møguleikarnar. Í
seinna hálvleikið fær B36 brotsspark, aftaná Allan Hansen heldur
óneyðugt hevði niðurlagt ein B36'ara, og so var 1-0 til B36.
Aftaná málið hjá B36 fáa okkara meira burtur úr kjansinum, og tað
brennur fleiri ferðir á hjá B36, men vit skulu helt fram til yvirtíðina,
áðrenn tað eyðnast at fáa mál: Leivur Holm sendur bóltin í kassan við
einum beinleiðis frísparkið. 1-1 í 92. min, og so var fari til
brotssparkskapping. Dánjal Torgarð, Eirikur Jacobsen, Peter D. Petersen,
Hans Kári Hansen og Johann Hofgaard skoraði uppá okkara møguleiki,
meðan B36 bert fekk 4 mál, og so var Ólavsøkan redda, og vit eiga
Glitnirsteypið til ognar. Nú er tíðin eisini komin til, at 3. deild
byrjar aftur, fyrst dysturin verður útsetti dysturin ímóti MB í Miðvági.
Liðið: Atli undir Kletti; Martin Johannsen, Leivur
Holm, Gunnar Thomsen, Johan Hofgaard; Allan Hansen, Eirikur Jacobsen,
Kenneth Jacobsen, Fróði Vang, Hans Kári Hansen; Jón Jacobsen. Bonkurin:
Jógvan Jacobsen, Jákup Berg, Bartal Hermansen, Petur D. Petersen og
Johan R. Jacobsen.










