fjal

MB í Løgmanssteypinum

Lutakast var til undanumfarið av Løgmanssteypinum í 3-2 í kvøld. Lutakasti hevði við sær, at vit í fyrsta dystinum skulu spæla ímóti MB í Gundadali.

Vinnarin av dystinum skal spæla ímóti AB á Argjum.

Dysturin ímóti MB er samstundis fyrsti skrásetti dysturin hjá samstarvs felagnum Giza Hoyvík. Dysturin verður spældu leygardagin 24. mars kl. 17.00 á Niðara vølli.

Hinir dysturnir í undanumfarinum og fyrsta umfarið eru hesir:

Undanumfar:

Giza Hoyvík - MB
Undrið FF - Royn

1. umfar:

Undrið FF / Royn - B71
KÍ - NSÍ
FC Suðuroy - Skála
AB - Giza Hoyvík / MB
TB - HB
B68 - 07 Vestur
Víkingur - B36
ÍF - EB/Streymur