
Okkara gull
Leygardagin var finalan í 3. deild spæld við Margáir. Okkara menn høvdu longu nátt málsetninginum fyri kappingarárið, ið var at flyta upp í 2. deild. Men sjálvandi vildi allir enda við manér, og tryggja sær gullið.
Umstøður til fótbólt vóru so sum so, vindur og sera kalt. Dysturin
byrjaði javnt, og bæði liðini skiftust um at hava bóltin, og serliga
okkara vinstra síða fekk nógv burtur úr. Men tað var Skála, ið fekk
fyrsta stóra møguleikan í dystinum, tá ein leikari kemur fríður í høgru
síðu, men rakar stongina. Løtu aftaná sendur Hans Kári Hansen eitt gott
innlegg inn í boksina, men Jóhan Hansen skallar bóltin á yvirleggjaran.
Men so hendur tað, at Skála koma á odda 1-0, teir senda eitt frispark
inn í feltið, Bartal Hermansen rakar ikki bóltin ordliga, og ein Skála
maður kemur standa púra leysur frammanfyri málinum, og setur bóltin í
kassan.
Í hálvleikinum tekur venjarin Sigurð H. Sigurðsson, Kenneth H. Djurhuus
og Jóhan Hansen av vøllinum, inn fyri teir koma Mikkjal Helmsdal og
Martin Heldarsgarð. Tað riggaði sera væl hjá teimum báðum nýggju, og
saman við serliga Hans Kára Hansen setti teir stórt trýst á Skála málið.
Hans Kári er um at javna, tá hann verður sendur einsamallur ímóti
málinum, hann setur málverjan av, men ein Skála leikari fær reddar á
strikuni.
Løtu seinni fáa vit kontra álop í høgru síðu, Martin Heldarsgarð setur
mannin hjá sær av, og setur beina kós ímóti málinum, og so stendur 1-1.
Okkara halda á við at pressa, og koma fram til fleiri møguleikar. Skála
hevur hesa løtuna lítið og einki at bjóða uppá. Hans Kári Hansen fær enn
einaferð møguleikan einsamallur ímóti málverjanum, men aftur verður
redda á strikuni. Men Hans Kári ger alt gott aftur, tá hann miðskeiðis í
seinna hálvleikið sendur eitt fríspark beinleiðis í netið, 2-1 til
GIZA, og vit eru á veg ímóti gullinum.
Skála royna at seta press á okkara menn, og vit royna leypa á við
kontra álopunum. Men fleiri mál komu ikki, hóast Skála menn í yvir
tíðini vilja vera við, at teir hava javna til 2-2, men Petur Reinert
metti ikki (heldigvís) at bóltin hevði verið innanfyri.
Myndir frá dystinum.
Kappingarárið 2011 endaði sostatt sum GULL ÁRIÐ 2011, og vit fara
komandi ár at spæla í 2. deild. Nevnast kann, at vit gjøgnum alt
kappingarárið bert hava tapt 2 dystir, ein í Løgmanssteypinum ímóti TB
og so á Summarfestivalinum ímóti MB í Miðvági.
At enda vilja vit í Fótbóltsfelagnum GIZA takka øllum í 3. deild fyri
eitt gott kappingarár, og ynskja Skála góða eydnu í 2. deild. Eisini
vilja vit takka Glitnir, Okkara, Gimmix, Koyrilærarin, Fótarøktina og
Vodafone fyri gott samstarv.
Liðið: Atli undir Kletti; Jógvan Jacobsen (Bjarni S.
Heinesen), Gunnar Thomsen, Leivur Holm, Ólavur Dahl; Jón Jacobsen (Johan
Restorff), Kenneth Djurhuus (Martin Heldarsgarð), Fróði Vang (, Bartal
Hermansen, Hans Kári Hansen; Jóhan Hansen (Mikkjal Helmsdal).










