
Ósigraðir í altjóða høpi
Medan Oyggjaleikirnir hava verid á skránni, so hevur besta mannslidid og
kvinnulidid hjá Fótbóltsfelagnum GIZA luttikid í einari stórari
fótbóltskapping í Spania, Copa Catalunya, yvir 100 lid úr øllum heiminum
luttóku í kappingini.
Eftir at allir tríggir dystirnir hjá besta mannslidnum hjá GIZA eru
spældur, so er stadfest, at vit endadi vid at spæla allar tríggjar
dystirnar javnt, og endadi harvid nr. 3 í kappingini Copa Catalunya
2011.
Sjálv setanin til kappingina var í býnum Pineda del Mar, id er
grannabygdin hjá býnum, id vit hildu til í; Santa Susanna. Kappingin
vard sett í bakandi sól, byrjad var vid einari inmarsh og presentatión
av øllum lidnum. Sídani vóru brot úr øllum tjódsangunum hjá teimum 23
luttakandi londunum spældir, millum hesar var sjálvandi "Tú alfagra land
mítt", tó í einari versión vid heldur skjótum tempo. At enda helt
kappingarleidarin eina rødu, ádrenn eitt spanskt og eitt italienskt lid
spældu setarnardyst. Millum hini luttakandi londunum vóru m.a. Spania,
Italia, India, Svøriki, Noreg, Týskland, USA, Canada, Grikkaland og
Egyptaland (Egyptarnir hugdu sindur undarliga eftir navninum hjá okkum).
Tad sást í øllum dystunum, at hesir leikararnir spældu eitt "ødrvísi"
slag av fótbólti, id allarhelst var inspirerad av stórfelagnum í
Catalunya: FC Barcelona. Teir vildu sera gjarna hava bóltin, og spældi
hann nógv runt millum keturnar, ístadin fyri at fara beint í álop, id
vit kenna best frá Føroyum. Eitt annad, id var ødrvisi enn í Føroyum
vard, at teir til kappingina bert nýttu ein dómara. Hetta hevdi nakrar
sindur ivasamur offsidestødur vid sær, men sum heild riggadi tad væl.
FC Arenys - FF GIZA
Fyrsti dysturin vard leiktur ímóti FC Arenys.
Hetta er barndómsfelagid hjá Arsenal leikarnum, Cesc Fabregas. Arenys
er ein býur uttanfyri Barcelona vid umleid 10.000 íbúgvum. Vøllurin hjá
teimum grønu í Arenys var sera lítil, ikki var hann nógv størri enn
Eysturvøllurin, men teir søgdu, at hann hevdi mistu gódkendu støddina.
Lítli vøllurin hevdi vid sær, at tad var høgur intensitetur í dystinum.
Vit komu væl frá byrjan, og fingid lagt eitt gott press á heimalidid.
Eisini komu vit fram til nakrar møguleikar, men brádliga fáa Arenys
spælt seg í gjøgnum, okkara vildu vera vid, at tad var offside, men 1-0
til heimalidid vísti stødutalvan. Í seinna hálvleiki komu vit aftur væl
frá byrjan, og fingu meira burtur úr spælinum, og komu fram til fleiri
stórar møguleikar. Men vit máttu bída inntil evstu løtu ádrenn
útjavnandi málid kom, tá Allan Hansen setti bóltin í kassan til 1-1.
FF Lloret de Mar - FF GIZA
Næsti dysturin var ímóti FC Lloret de Mar.
Býurin er helst kendur millum føroyingar sum ein av býnum, id Ung Rejs
skipar fyri ferdum til. Umleid 40.000 fólk búgva í býnum, id aftaná
Barcelona er ein tann størsti í Katalonia. Vit fingu ongatíd
ordliga skil á, hvørjum deildum feløgini spældu í, men funnu tó út av,
at Lloret spældi tvær deildir hægri enn Arenys og FC Susannec. Tad sást
eisini á vøllinum, at hesir vóru betur enn fyrra mótstødulidid. Teir
høvdu bóltin nógv, og vóru vit í fyrstu løtuni av dystinum undir pressi,
tad gekk heldur ikki leingi ádrenn teir komu á odda 1-0. Men aftaná
hetta, so komu vit betur vid í dystinum; fyrst var Jón Jacobsen vid
at javna, men bólturin fór beint yvir málid. Løtuni aftaná er aftur
vandi á ferd, aftaná horna, so endar bólturin hjá Rúna Vørmadal, id
setur hann í kassan til 1-1, id eisini gjørdist hálvleiksstødan. Stutt
inni í seinna hálvleiki fáa vit aftur horna, og aftur hesuferd gevur tad
úrslit, Bjørgvin Lenvig er hægstur og vit eru á odda 1-2. Hetta fekk
Lloret leikarnar at vakna aftur, og fingu teir nakrar møguleikar, og
eydnadist tad teimum aftaná kontraálop at javna til 2-2. 2 dystur og 2
stig, møguleikin fyri gullinum livdi enn.
FC Susannec - FF GIZA
Sídsti dysturin var ímóti lokallidnum FC Susannec,
úr býnum Santa Susanna. Býurin liggur heilt út strondina, og er ein
ordligur turist býur vid áleid 3500 íbúgvum. Vit skuldu vinna fyri halda
vónina um gull ella silvur. Men hóast stórar møguleikar til Jón
Jacobsen og Høgna Dam, so endadi dysturin 0-0, og vit móttu taka til
takkar vid einum 3. plássid. Men vit kunnu tó reypa av at vera ósigradir
í altjóda høpi, vónandi klára vit halda hendan statistikkin tá Euro
League og Champions League um nøkur ár verda á skránni.
Hópurin sum luttók í Copa Catalunya: Petur D. Petersen, Høgni Djurhuus,
Leivur Holm, Bjørgvin Lenvig, Jógvan Jacobsen, Martin Johannesen,
Ragnar Joensen, Jógvan Joensen, Jón Jacobsen, Hans Kári Hansen, Allan
Hansen, Eirikur Jacobsen, Fródi Vang, Kenneth Djurhuus, Rúni Vørmadal,
Høgni Dam, Bogi Heidriksson, Bjarni Heinesen og Andrass Thomsen.
Venjari: Sigurd H. Sigurdsson.
Kvinnurnar hjá GIZA vóru eisini vid í kappingini, men her sást skjótt,
at mótstødu lidini vóru á einum nógv hægri stødi, allarhelst á einum
hægri stødid enn føroyskur kvinnufótbóltur sum heild. Hóast genturnar
kempadi væl og royndi at vera borg, so endadi dystirnir: 9-0 ímóti FC La
Roca, 9-0 ímóti FC Lloret de Mar og 7-0 ímóti FC Susannec.
Alt í alt ein sera væl eydna ferd. Dystirnir vóru allir leiktir um
kvøldid, og tí darvadi hitin ikki so nógv. Vit royndu tó hava eina
venjing ein morgun, men her var hitin ótolandi, yvir 30 hitastig.
Leikararnir vera í Spania í eina viku aftrat, taka sær av løttum og
njóta hitan.










