Samstarv
Fótbóltsfelagið GIZA og FC Hoyvík hava gjørt avtalu um samstarv komandi kappingarárið. Avtalan er enn ikki endaliga góðkend av FSF, men verður hon vantandi tað á komandi starvsnevndahúsið.
Samstarvið hevur við sær, at feløgini komandi ár hava eitt felagslið í 2. deild. Aftrat 2. deildarliðnum koma feløgini vantandi hava lið 2. deild kvinnur, 3. deild og Old Boys.
Við avtaluni so flutur GIZA eisini av Argjum og oman í felagshúsið í Gundadali. Venjingarnar komandi á vera í Gundadali og við Eysturvøllin.
Meira kunning kemur um samstarvið aftaná hetta er endaliga góðkent av FSF.










