Barna- og ungdómsdeildin

Við stuttliga og hugnaliga spælinum, savnast børn um fótbóltin við á Tórsvølli og Eysturvølli. Okkara barna- og ungdómsfótbóltur hevur sera nógv at siga fyri okkum sum felag, og vit vaksa so hvørt sum tíðin gongur.

Í kappingarárinum 2016 bjóða vit hesi liðini at leika við:

  • U6 Børn
  • U8 Gentur
  • U8 Dreingir
  • U10 Gentur
  • U10 Dreingir
  • U12 Gentur
  • U12 Dreingir
  • U14 Dreingir
  • U16 Dreingir
  • U18 Dreingir

Hóast felagið hevur fá ár á baki, so arbeiða vit málrætta fyri at skapa góðar karmar og umstøður til børn og ung at leika fótbólt, samtundis sum at vit vilja veita dygdargóða venjing til øll børn.

Umframt Høvuðsungdómsvenjara, eru venjarar knýttir at øllum liðum, og hesir hava eisini luttikið á venjaraskeiðum hjá FSF.