fjal

2. deild komandi ár

 Bádar hálvfinalurnar í 3. deild endadi vid javnleiki, fyrst 0-0 í Gøtu, og sídani 2-2 á Argjum. Málskjúttar í seinna dystinum vóru Jón Jacobsen og Johan Restorff.

Men tad vísti seg, at Víkingur í fyrra dystinum ólógliga brúkti fleiri leikarar úr 1. deild, og tískil hevur Aganevndin tikid avgerd um, at Fótbóltsfelagid GIZA vinnur fyrra dystin 0-3. Hetta hevur vid sær, at vit samanlagt vinna 5-2, og eru klárir at spæla 2. deild komandi kappingarár.

Formadurin í felagnum Andrass Thomsen sigur í einari stuttari vidmerking vid heimasíduna, at tad var eitt stórt vón brot, tá Víkingur javnadi í yvirtídini til 2-2, men at vit samstundis visti, at kæran átti at fara okkara veg, tískil stód man vid blandadum kenslum aftaná dystin. Hann leggur aftrat, at felagid seinastu 3 kappingarárini hevur arbeitt midvíst ímóti at koma upp í 2. deild, og frødist um, at tad nú er eydnadist, aftaná Undrid FF og VB/Sumba stedgadi felagnum hini árini. At enda hevur hann eina heilsan til hini lidini í deilduni: VIT SÍGGJAST NÆSTA ÁR !

Finalu dysturin í 3. deild verdur leygardagin 13.00 ímóti Skála (sum er hin uppflytarin).