fjal

Dystir í vikuskiftinum

Leygardagin er spennandi grannauppgerð á Argjum, har FF Giza fær vitjan av AB, seinast hesu bæði møttust vóru veður líkindini av tí ringasta og tarnaði spælið, hóast hettar vunnu okkara heili 9-0. AB hevur síðani tapt heili 18-0 ímóti NSÍ, so vantast kunnu heilt sikkurt nógv mál. 

Okkara menn eru higartil ósigraðir í kappingini og eru víðari úr bólkinum, so spennandi verður um høvuðsvenjarin Sigurð H. Sigurðsson velur at geva nýggjum leikarum møguleika at sýna síni evnir. Í samrøðu við heimasíðuna sigur Kenneth H. Djurhuus, at hann vónar at fáa spælitíð leygardag, og hetta er eitt upplagt høvi at skora mítt fyrsta mál, nú eg eri ein tann einasti, ið ikki hevur skora í ár. Hann vantar ein tættan og spennandi dyst, har vit møguliga vinna tvey sifra. Hann leggur aftrat, at tað er sera týdningarmikið at vit halda nullið, og stuðla hvørjum øðrum. Annars sigst at stóra kempan Bjarni Seyer Heinesen er um at vera klárur aftur. 

Í samrøðu við verðinsmannin sigur hann, at fóturin skjótt er klárur at knalla onkran ab'ara niður uttan at gera fríspark. Somuleiðis staðfesti hann, at um hann skuldi skjóta brotspark, so ætlaði hann at brúka farliga vinstrabeinið. 

Spennandi verður at vita um Hr. Heinesen ger comeback, heimasíðan vil fegin ynskja honum góða eydnu við fótbóltinum og damuni! Annars skal C liðið skal leygardagin á vitjan hjá Víkingi í Gøtu. Hetta er ein sera týdningarmikil dystur, um teir skulu spæla sera víðari í meistarabólkin. Áðrenn hetta umfarið hevur C liðið 6 stig, B68 hevur 9 stig og Víkingur 9 stig. Dysturin á Argjum ímóti Víkingi endaði við einum 4-3 sigri til Ronni'sa dreingir. 

Vinna vit í Gøtu, so eru vónirnar at koma víðari sera góðar, tí síðsti dysturin ímóti HB verður vantandi ikki spældur. Fyrsta umfar í kappingini hjá kvinnum á hálvum vølli verður eisini leygardagin. Okkara kvinnur skulu kappast við B36, Undrið B og KÍ í Gundadali. B liðið fær á Argjum vitjan av Víkingin, meðan D liðið skal spæla ímóti White Tigers í Gundadali. Dystir í vikuskiftinum Kl. 11.00: Kvinnur ½ vøll (Gundadalur) Kl. 12.00: Víkingur - GIZA C (Gøtu) Kl. 14.30: GIZA A - AB (Argir) Kl. 16.30: GIZA B - Víkingur (Argir) Kl. 00.00: B36 - GIZA D.