Eik og Giza Hoyvík í samstarv um ungdómin

Avtala er undirskrivað, sum inniber at Eik verður at síggja á bringuni hjá D14 í Giza Hoyvík. 

"Vit herja á, og her hava vit aftur ein góðan og sterkan samstarvsfelaga, sum hevur álit á, at tað, vit hava gongd í, er seriøst og ein miðvís ætlan sum heldur", sigur Kenneth Hovgaard í viðmerking til avtaluna.

Margareth D. Djurhuus, rakstrarleiðari í Eik Banka sigur soleiðis um avtaluna: "Tað er sera umráðandi fyri okkum í Eik at stuðla ungdólmsarbeiðnum kring landið, soleiðis at vit kunnu vera við til at menna ungar leikarar. Vit hesi avtaluni, stuðla vit einum felagi, sum er virkið og sjónligt innan ungdómsarbeiðið í Hoyvík."

Avtalan millum Eik og Giza Hoyvík er galdandi í 2 ár.





HØVUÐSSTUÐLAR







Aðrir stuðlar