
Einki Dream Team
Leygardagin var lagt upp til spennandi dyst, tá ið FF Giza C fingu vitjan av Víkingur A (Dream Team). Vikuna frammanundan legði C liði út við einum 4 – 0 tapið ímóti Øssur Hansen og co. Á Toftum, og vónurnar til hendan dystin vóru ikki betur.Hetta komst stórliga av tí at hetta var júst sama liði, sum í fjøri vann 3 – 0 á okkara A liði. Men tað skuldi vísa seg at Giza onki høvdu at ræðast.
Í harliga vindinum á Argjum, legði Víkingur út við tí longra stráðnum. Við vindinum ímóti sær í fyrra hálvleiki, var ikki annað at gera hjá Giza monnum enn at leggja defensivt út, og royna at halda Víkingi frá at skora fleiri mál. Men longu í fyrsta minutti kom hol á hjá Víkingi. Eitt horna bleiv tikið stutt, og so kundi Poul Andrias Jacobsen hjá Víkingi við einum langskoti, leggja Gøtumenn á odda 0 – 1.
Hetta var als ikki ein góð byrjan, men vit vóru uppsettir uppá at gera okkara besta, og tað skuldi vísa seg at eydnast. Við einari væl spældari verju, var ikki lætt hjá Vikingi at koma til málmøguleikar. Ingi Midjord og Ronni á Krákusteini bjargaðu hvør sín bólt á strikuni, og Fríði Bisp stóð væl í málinum hendan dagin. Tað einasta Víkingur kundu, var at skjóta útifrá, og vóna at vindurin gjørdi sítt. Og tað var eisini við langskotum at André Magnussen fekk síni 2 mál í fyrra hálvleiki. 5 min fyri hálvleik, og tá í Vikingur enn var á odda 0 – 2, gjørdu Giza tað, sum fekk lív í vónirnar um at koma burturúr dystinum við stigum. Við nógvum mótvindi, bleiv Johan Hansen sendur leysur, og skuffaði ikki. 1 – 2. Men eins og teir byrjaðu hálvleikin við at skora í fyrsta minnuti, so endaði Víkingur við at skora við seinasta møguleikanum í fyrra hálvleiki, so støðan í steðginum var 1 – 3 til útiliði.
Nú trúði vit uppá at vit kundi koma út at vinna í seinna hálvleikinum, við vindinum á okkara síðu. Skift bleiv út, so at man nú fór frá eitt spæla eina defensiva 4 – 5 – 1 formatión til at spæla offensivu 3 – 4 – 3. Nú stóðst trýstið eisini veruliga á Víkinga málinum.
Millum nógvu møguleikarnir eydnaðist tað Magnus Holm í 60 min at sleppa leysur frá verjuni, og skjóta forbí málmannin til 2 – 3. 10 min seinni fekk Gunnar Dam Samuelsen bóltin á vinstra borði, og royndi eitt langskot, sum sat trygt í netinum. 3 – 3. Hetta var ótrúligt. Við 20 min eftir av dystinum, skuldi bert 1 mál til ein Giza sigur, og ikki nógvir min skuldu til, fyrr enn vit trúðu at vit høvdu skora avgerandi málið. Mikkjal Helmsdal sleppur leysur framvið høgra borði, og spælur bóltin inn ímóti málinum, har ein Johan Hansen fekk síðsta fótin á, og setti bóltin í netið. Men hetta fekk øði í Víking. “Offside” rópa allir í kór, sjálvt um ein og hvør sum var til dyst sá at tað ikki var í familju við nækran offside-regul. Linjuverjin segði onki offside, men á ein ella annan hátt, fingu Gøtumenn yvirtala dómaran at døma offside.
Tað bleiv sagt at tá ið bólturin verður spældur afturum málmannin til ein annan sum skorar, so er offside. Hendan regulin kendi dómarin onki til, men valdi at trúgva tí, so enn var 3 – 3. Hetta kom sum ein hvøkkur á okkum, og gjørdi so at men mistu eitt sindur av fatninginum í dystinum.
Eftir hetta blivu víkingur farligir, og høvdu nógvar góðar møguleikar, sum skuldu havt siti í netinum. Og tað hevði sikkurt komið 1 ella 2 mál afturat, hevði vindurin ikki staði væl og parera skotunum hjá teimum. 2 min fyri leiklok tryggja Giza so tey 3 stigini. Við einari flottari sending frá Rúna E. Vørmadal, verður Johan Hansen sendur leysur ímóti málmanninum, og blívur feldur. Straffi. Hendan setur Petur Petersen trygt í málið til 4 – 3. Hetta var so eisini tað síðsta sium hendi í dystinum, og Giza C vunnu so dyst nummar 2 í ár. Hetta var so eisini fyrsti dystur við Peturi D. Petersen sum hjálparvenjara, so møguliga var tað ingridiensan sum manglaði.
Liðið: Fríði Bisp, Ronni á Krákusteini (Rúni E. Vørmadal, 45), Ingi Midjord, Mortan Bisp, Villy Joensen, Petur D. Petersen ( Einar Andreasen, 88), Magnus Holm, Mortan Østerø ( Heðin Skov, 88), Gunnar Dam Samuelsen, Johan Hansen, Mikkjal Helmsdal. Bonkur: Dánjal Haraldsen, Pætur Steinhólm.
Næsti dystur hjá Giza C verður leygarkvøldið, 23/4 kl 19:15 Í Gundadali móti HB.










