
Enn ósigraðir
Leygardagin spældi flaggskip felagsins triða dystin í bólkaspælinum í ár, undan dystinum vóru okkara menn ósigraðir, men uppgávan hendan dagin skuldi ikki takast fyri givið, mótsøðuliði var NSÍ og teir høvdu brynja seg við monnum sum Sonni L. Petersen og Julian Florescu. Dysturin er ikki meir enn 5. min gamal, tá ið NSÍ eftir eitt snar álop leggja seg á odda 1-0. Eftir hettar hevur Giza leikligayvirvág og kemur á nógvar málmøguleikar, men hóast hettar skullu vit heilt til 30.min áðrenn hol kemur á, eitt innlegg kemur úr okkara vinstraborið, og føðingardagsbarnið Fróði Vang er hægstur og hann stútar bóltin í mál 1-1.
Vit skullu ikki meira enn til 35.min áðrenn okkara megna at leggja seg á odda, horna til okkum Leivur Holm er hægstur 2-1. Hettar bleiv eisini hálvleiksstøðan .
Seinni hálvleikur byrjar sum fyrsti endaði okkara menn liggja so at siga á øllum, og hava eitt hav av málmøguleikum, men hóast hettar skullu vit heilt fram til 68. min fyrr enn vit kunni økja um leisluna, hesuferð er tað Poul Kjartan, ið tekur eitt skot uttan fyri 16 meturin 3-1.
Stutt eftir hettar er tað aftur Leivur, ið kemur á máltalvuna, við einum skotið úr stórari fjarstøði 4-1.
Hettar er eisini endaliga støðan, okkara menn eru framvegis ósigraðir og mangla bert ein sigur afturat fyri at koma víðari úr bólkinum.
Fótbóltsfelagið GIZA - NSÍ 4-1 (2-1)
0-1 NSÌ
1-1 Fróði Vang
2-1 Leivur Holm
3-1 Poul Kjartan Dam
4-1 Leivur Holm
Liðið: Beinir Midjord, Bjarni Heinesen (Allan Hansen), Høgni Djurhuus, Leivur Holm, Hans Kári Hansen, Poul Kjartan Dam, Martin Johannesen (Eirikur Jacobsen), Fróði Vang, Kenneth Djurhuus, Dánjal Tórgarð (Johan Restorff), Christian ì Garði (Jákup Berg).










