FM í innandura!

Nú áðrenn tey føroysku fótbóltsfeløgini veruliga fara at spenna seg út í Effo deildini, fer Giza Hoyvík 14. januar at skipa fyri FM í innandura fótbólti. Sostatt sleppa øll tey 18 feløgini í Føroyum at luttaka við teimum bestu leikarum, tey hava hug at stilla upp við. Lagt er tí upp til eitt brak av einari kapping leygardagin 14. januar í Hoyvíkshøllini!

Longu nú eru fleiri lið teknaði til, og fyriskiparnir gera vart við, at hvørt felag kann stilla upp við tveimum liðum á 6 leikarum. Talan verður fyrr á degnum um kapping fyri kvinnur, og eftirfylgjandi fara menninir í gongd.

Hvussu fer at enda, tá leikarnir seta taklingarnar og málmannshandskarnar á hilluna og tá heldur raðfesta teir teknisku førleikarnar, verður spennandi at síggja, og talan verður eisini um áskoðarvinarligan dag.

Fyriskiparnir ætla at stroyma kappingina við viðmerkjarum, eins og stadionspeakari og ljóðblandari verða til staðar at seta lív í fjøldina. Tað verður tí eisini tørvur á vespum, bláu bylgjuni, reyðu leyvunum osfr..

Børn sleppa ókeypis inn at hyggja, meðan tey vaksnu skulu gjalda 20kr. Hesin peningurin fer til innsavningina hjá D12 í Giza Hoyvík, sum í summar skal luttaka í Dana Cup. Hvør rennur avstað við FM í innandura 2017?





HØVUÐSSTUÐLAR







Aðrir stuðlar