
Fyrsti venjingardysturin
Seinastu vikurnar hava leikarnir í 2. deild spælt fleiri innanhýsis venjingardystir, har venjarin hevur deilt liðið í tveir partar á 12 leikarar, ið so hava spælt 2 x 35 min. Men í kvøld verður fyrsti ordligi venjingardysturin á skránni, tá Giza Hoyvík vitjar á Sandi.
2. deildarhópurin er ein blandingur av liðnum hjá Giza, ið vann 3. deild í fjør og av liðnum hjá FC Hoyvík, sum flutti niður úr 1. deild. Aftrat hesum eru komnir nakrir nýggir leikarar, m.a. eru Tróndur Kollsker og Beinir Ragnuson komnir aftur til felagið.
Dysturin á Sandi verður spældur umleið kl. 20.00 í kvøld. Mótstøðu liðið B71 flutti í fjør niður úr bestudeilduni, og sum tað ljóðar, so ætla teir sær ikki at steðga í 1. deildar longur enn neyðugt. So hetta verður ein avbjóðandi uppgávu hjá okkara monnum.
Leygardagin kl. 11.00 er aftur venjingardystur á skránni, tá 1. deild hjá NSÍ vitjar í Gundadali.
Koyra á Giza Hoyvík!










