Giza Hoyvík og Tryggingarfelag Føroyar gjørt 2 ára avtalu

Avtalan partarnar millum inniber, at Tryggingarfelag Føroyar hervið er stuðul hjá U10 gentum, U14 gentum og U18 dreingjum hjá Giza Hoyvík.

“Vit eru sera fegin og errin av, at ein so stór fyritøka ynskir at veita sín stuðul til felagið. Tað ber brá um, at vit munnu gera okkurt rætt, og at vit eru á rættari kós. Tað er eitt slag av viðurkenning, og vit gleða okkum til samstarvið”, sigur formaðurin í Giza Hoyvík, Kenneth Hovgaard.

Maria á Dul, deildarstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum sigur: “Vit fegnast um, at vit kunnu stuðla menningini af ungum fótbóltsspælarum í Giza Hoyvík. Vit vænta, at nýggi fótbóltsvøllurin í Hoyvík, fer at eggja enn fleiri børnum og ungum til at íðka fótbólt og fer at vaksa um limatalið í unga fótbóltsfelagnum. Vit gleða okkum at fylgja U10 og U14 gentum og U18 dreingjum komandi tvey kappingarárini og ynskja teimum góða eydnu.”

Tryggingarfelag Føroyar fer sostatt at eiga sítt pláss á búnunum hesi áðurnevndu lið leika dystir í.





HØVUÐSSTUÐLAR







Aðrir stuðlar