fjal

Klassamunur

Í óðnar veðriðnum á Argjum leygardagin var grannauppgerð millum Argja Bóltfelag og Fótbóltsfelagið GIZA. Umstøðurnar vóru alt annað er góðar til fótbólt, tað var kraftigur vindur, og liðið, ið hevði vindin við sær hevði stóran fyrimun. 

Tað sást skjótt, at tað var klassamunur á liðnum, og tað gjørdi, at dysturin bleiv ongatíð spennandi. Tað vóru ikki farnir meira enn 2 min., tá dómarin floytaði fyri brotsspark til GIZA, Bjarni S. Heinesen var settur at skjóta, og hann sveik ikki álitið, 1-0 til teir í dag hvítu. Bert fáar min. seinni var bólturin aftur í netinum, Martin Johannsen skoraði við ein langskotið. 

AB hevði ikki eina roynd á GIZA málið í fyrra hálvleikið, meðan Poul Kjartan Dam (2), Høgni Djurhuus og Hans Kári Hansen skoraði fyri GIZA, so hálvleiksstøðan varð 6-0. 

Seinni hálvleikur líktist nógv fyrra, men nú AB'arnir høvdu vindin við sær, so fingu teir onkran møguleika, størsta kjansin høvdu teir, tá Sakaris Ludvík Súnason skjeyt eitt óbeinleiðis fríspark beint í múrin. Í hinum endanum var allatíðina vandi á ferð, okkara leikarir spældu seg læt í gjøgnum verjuna hjá AB, og fingu vit eisini 3 mál aftrat, Poul Kjartan Dam, Hans Kári Hansen og Cristian í Garði skoraði. 

Serliga Poul Kjartan og Cristian høvdu nakrar stórar møguleikar at skora enn fleiri mál, men endaliga støðan gjørdist 9-0. Hevði veðrið verið betur, so hevði sigurin allarhelst verið nógv størri. Hetta er samstundis størsti sigurin í søguna hjá Fótbóltsfelagnum GIZA. 

Liðið: Petur D. Petersen; Bjarni S. Heinesen, Høgni Djurhuus, Leivur Holm, Johan R. Jacobsen; Hans Kári Hansen, Fróði Vang, Martin Johannesen, Jón Jacobsen; Poul Kjartan Dam, Allan Hansen. Bonkurin: Andrass Thomsen, Sigurð H. Sigurðson, Cristian í Garði, Eirikur Jacobsen, Kenneth Djurhuus.