Landsliðsvenjari til Giza Hoyvík

Í dag bleiv 2-ára sáttmáli undirskrivaður millum Giza Hoyvík og Áka Johansen, um at Áki gerst høvuðsungdómsvenjari felagsins.

Áki er kanska eitt hitt størsta navnið, felagið hevur megnað at fingið í rekkjurnar. Áki hevur nógvar royndir við ungdómsfótbólti á hægsta støði. Størsta úrslitið kom uttan iva við u-17 landsliðnum fyrr í ár.

Giza Hoyvík hevur sjálvsagt enn til góðar uppæla landsliðsleikara, og tað er sjálvandi ein málsetningur, sum felagið arbeiðir víðari við, og her koma allar royndir og eginleikar hjá Áka til góðar.

Formaðurin, Kenneth Hovgaard sigur í stuttum: "Áki kemur inn beint áðrenn, vøllurin verður klárur, og tá er ætlanin at flyta alt ungdómsvirksemið niðan mestsum beinanvegin. Áki er ein kapasitetur, sum prógvar okkara intentiónir og ambitiónir sum felag. Vit meta snøkt sagt ikki, at tað finst ein betri maður til uppgávuna, so nú er at spenna hjálmin og halda fast!"

Áki fer til verka í januar, og tá verður spakuliga farið í holt við umfatandi menningarætlan, sum skal tryggja at alt ungdómsarbeiðið koyrir eftir einum leisti og so effektivt sum til ber. Ungdómsdeildin í Giza Hoyvík telur, hóast ongan vøll enn, upp ímóti 200 aktivar limir, og onki bendur á, at hetta fer at minka - tvørturímóti!





HØVUÐSSTUÐLAR







Aðrir stuðlar