Limaviðurskifti Giza Hoyvík

Fyri at luttaka í kappingum, er neyðugt at limagjaldið er goldið.

Um ivamál eru, ber til at seta seg í samband við samskiparan hjá Giza Hoyvík á 58 16 57, ella at senda ein teldupost til giza@email.com.

Eisini er møguligt at seta seg í samband við okkum, umvegis Facebook.


Limagjald 2016

Limagjaldið fyri 2016 er ásett at vera kr. 500,- fyri barna- og ungdómsdeildina (U6-U18), og kr. 800,- fyri vaksnamannadeildina.

Arbeitt verður við nýggjari online limaskipan, men inntil hendan er tøk, skal limagjaldið avgreiðast umvegis bankaflyting. 


Peningurin skal flytast á konto 9181-1450990. Viðmerk navn og lið.


Broytingar í limaskapinum

Vinarliga boðið felagnum frá skjótast til ber í samband við:- bústaðarbroyting,- navnabroyting,- nýtt telefonnummar,- um føðingardagurin er skeivt skrásettur,- teldupostur ella um tú ynskir einhvørja broyting í limaskapi tínum, t.d. um tú ikki vilt vera limur meir ella kanska bara hvílandi o.s.fr. Hetta er rættuliga umráðandi og sparir aloftast bæði felagnum, tær og foreldrunum mangt - óneyðugt - stríð (og pengar). Takk fyri ómakin. 


Spæliloyvi

Fyri at leika fótbólt við Giza Hoyvík (tvs. dystir í almennari kapping undir FSF), krevst spæliloyvi frá FSF. Hetta er galdandi fyri allar leikarar heilt frá teimum vaksnu til smápiltar/pinkur. Tað er av stórum týdningi, at hesi viðurskifti koma í rætt lag, áðrenn dystur verður leiktur. Reglan er vanliga henda:


1 - Flytir tú úr øðrum felag í Føroyum (ella úr amatørfelag í útlondum) til Giza Hoyvík, mást tú tryggja tær, at tú einki skyldar (tvs. limagjald) í gamla felagnum. Tú kanst ikki leika við Giza Hoyvík, áðrenn tú hevur avgreitt málið við gamla felagið.


2 - Flytir tú úr Giza Hoyvík í annað felag, er tað sama galdandi. 


3 - Ert tú ikki skrásettur fyrr hjá nøkrum felag og ynskir at leika dystir fyri Giza Hoyvík, so skal Giza Hoyvík melda teg til kappingina (til FSF) og biðja um loyvisbræv.

Annars er altíð best at spyrja seg fyri hjá felagnum í góðari tíð.


Reglugerð fyri áhugaleikarar

Á heimasíðu FSFs finst ein Reglugerð fyri áhugaleikarar í sambandi við at skifta felag. Hetta er týdningarmikil lesnaður, sum vit avgjørt mæla øllum leikarum og avvarandi at lesa. 

Lógir og reglur hjá FSF kunnu lesast her.





HØVUÐSSTUÐLAR







Aðrir stuðlar