Magnar venja U18

Tað hevur leingi verið staðfest, men nú hevur blekkið fest seg á sáttmálan, og tað, sum leingi hevur verið ein sannroynd, er nú formelt veruleiki.

Magnar er eftirhondini ein kendur harri í ítróttarføroyum. Hann roynist sum fótbóltsleikari hjá Giza Hoyík, er flogbóltsvenjari hjá Fleyr og u-landsliðum, og í fjør og fyrra árið hevur hann roynst sum venjari hjá kvinnum felagsins.

Somuleiðis í fjør fekk felagið Magnar at taka U16, sum í fjør boomaði við ungum og orkumiklum hoyvíkingum. Hetta ikki minst tí Magnar tók venjingina so mikið seriøst, at dreingirnir sóu, at her vóru teir raðfestir hægst.

Magnar tekur nú stóran part av dreingjunum víðari til U18, men hann er samstundis eisini innlimaður í samstarv við Áka Johansen, sum herfyri bleiv settur sum høvuðsungdómsvenjari. Teir báðir koma nevnliga at mynda felagið á ungdómssíðuni og at arbeiði við menningarætlan felagsins.

Felagið sær í Magnar ein klubbmann, sum hvønn einasta dag er fyrireikaður og gevur 100%; bæði sum leikari og sum venjari. Hugburðurin er ímyndin av felagnum, og í Magnari fáa vit væl og virðiliga boðskapin og andan hjá felagnum víðari til ungdómin. Tvøramaðurin er í gongd við at taka seinasta skeiðið í B-venjaraútbúgvingini, og felagið leggur ikki fingrarnar millum, tá tað sigur, at Magnar eigur stóran lut í felagnum í dag men eisini fram í tíðina.





HØVUÐSSTUÐLAR







Aðrir stuðlar