Mr. Reliable!

Liðskiparin, Jón Samuelsen, tekur eitt tørn afturat. Jón er ein av mest rutineraðu leikarunum í hópinum, og spældi í farna kappingarárið sín dyst nr. 100 fyri felagið. Og tað verður til fleiri enn teir 115 dystirnar, hann higartil hevur leikt.

- Samanhaldið á liðnum er gott, og felagið arbeiður seriøst og málrættað. Eftir eitt væleydnað kappingarár, hava teir flestu fingið blóð á tonnina, og vilja vera við til flyta okkum enn longur, segði Jón, tá hann bleiv spurdur um hví hann tekur eitt ár afturat.

Fryntligi vágbingurin skifti til okkara heilt afturi í 2008, tá felagið æt Fram. Og burtursæð frá einum lítlum svipptúri til Suðuroyar í 2010, hevur hann bara umboða okkum - Fram, FC Hoyvík og Giza Hoyvík.

Liðið til komandi kappingár byrjar av álvara at taka skap, og tað sær út til at venjaratoymið fær ein breiðan hóp at arbeiða við.





HØVUÐSSTUÐLAR







Aðrir stuðlar