
NSÌ omaná hesuferð
Longu eftir fjóðra leikumfar hevur verið avgjørt, at besta lið okkara er víðari til meistarabólkin. Í gjár gjørdist bólkaspælið loksins liðugt. Liðið var sindur skert, tí venjarin Sigurð H. Sigurðsson hevði valt at geva øllum leikarnum í hópinum 90 min. antin á a ella d liðnum, tí vóru nakrir eyka menn við frá b -liðnum, og ikki kann sigast annað enn, at hesir komu væl frá uppgávuni. Dysturin hevði einki at siga fyri okkara, og tað sást kanska aftur á endaliga úrslitinum, hóast dysturin leikaði javnt á, endaði tað við at runavíkingar vóru omaná og vunnu heili 3-0 eftir hálvleikstøðuna 0-0.Hópurin: Beinir Midjord, Ólavur Dahl, Leivur Holm Joensen, Einar Andreassen, Djóni Abrahamsen, Heini Jakobsen, Sjúrður Hoydal, Mortan Enni, Allan Hansen, Poul Kjartan Dam, Bjarni "Kong" Nielsen. Á beinkinum: Pætur Steinhólm, Pætur E. Rasmussen, Kári Joensen og Niels Pauli Larsen.
Komandi vikuskiftið verður eingin dystur á skránni, tí FSF hevur valt at geva liðnum í 3. deild eitt frí vikuskiftið áðrenn byrja verjur a-, b- og c-bólkunum. Enn vita vit ikki heilt hvørji hini 11 liðini eru, ið hava spælt seg víðari, og hvussu reglurnar fyri meistarabólkin vera. Men líkamikið hvør er víðari, so er okkara málsetningurin greiður: At vinna a bólkin og uppflyting til 2. deild.
Hini dysturnir um vikuskiftið vóru hesir: EB/Streymur - GIZA B 1-0,GIZA C - HB 2-2, GIZA D - Undrið FF 4-1.










