fjal

Ósigraðir í altjóða høpi

 Medan Oyggjaleikirnir hava verid á skránni, so hevur besta mannslidid og kvinnulidid hjá Fótbóltsfelagnum GIZA luttikid í einari stórari fótbóltskapping í Spania, Copa Catalunya, yvir 100 lid úr øllum heiminum luttóku í kappingini.

Eftir at allir tríggir dystirnir hjá besta mannslidnum hjá GIZA eru spældur, so er stadfest, at vit endadi vid at spæla allar tríggjar dystirnar javnt, og endadi harvid nr. 3 í kappingini Copa Catalunya 2011.

Sjálv setanin til kappingina var í býnum Pineda del Mar, id er grannabygdin hjá býnum, id vit hildu til í; Santa Susanna. Kappingin vard sett í bakandi sól, byrjad var vid einari inmarsh og presentatión av øllum lidnum. Sídani vóru brot úr øllum tjódsangunum hjá teimum 23 luttakandi londunum spældir, millum hesar var sjálvandi "Tú alfagra land mítt", tó í einari versión vid heldur skjótum tempo. At enda helt kappingarleidarin eina rødu, ádrenn eitt spanskt og eitt italienskt lid spældu setarnardyst. Millum hini luttakandi londunum vóru m.a. Spania, Italia, India, Svøriki, Noreg, Týskland, USA, Canada, Grikkaland og Egyptaland (Egyptarnir hugdu sindur undarliga eftir navninum hjá okkum).

Tad sást í øllum dystunum, at hesir leikararnir spældu eitt "ødrvísi" slag av fótbólti, id allarhelst var inspirerad av stórfelagnum í Catalunya: FC Barcelona. Teir vildu sera gjarna hava bóltin, og spældi hann nógv runt millum keturnar, ístadin fyri at fara beint í álop, id vit kenna best frá Føroyum. Eitt annad, id var ødrvisi enn í Føroyum vard, at teir til kappingina bert nýttu ein dómara. Hetta hevdi nakrar sindur ivasamur offsidestødur vid sær, men sum heild riggadi tad væl.

FC Arenys - FF GIZA
Fyrsti dysturin vard leiktur ímóti FC Arenys. Hetta er barndómsfelagid hjá Arsenal leikarnum, Cesc Fabregas. Arenys er ein býur uttanfyri Barcelona vid umleid 10.000 íbúgvum. Vøllurin hjá teimum grønu í Arenys var sera lítil, ikki var hann nógv størri enn Eysturvøllurin, men teir søgdu, at hann hevdi mistu gódkendu støddina. Lítli vøllurin hevdi vid sær, at tad var høgur intensitetur í dystinum. Vit komu væl frá byrjan, og fingid lagt eitt gott press á heimalidid. Eisini komu vit fram til nakrar møguleikar, men brádliga fáa Arenys spælt seg í gjøgnum, okkara vildu vera vid, at tad var offside, men 1-0 til heimalidid vísti stødutalvan. Í seinna hálvleiki komu vit aftur væl frá byrjan, og fingu meira burtur úr spælinum, og komu fram til fleiri stórar møguleikar. Men vit máttu bída inntil evstu løtu ádrenn útjavnandi málid kom, tá Allan Hansen setti bóltin í kassan til 1-1.

FF Lloret de Mar - FF GIZA
Næsti dysturin var ímóti FC Lloret de Mar. Býurin er helst kendur millum føroyingar sum ein av býnum, id Ung Rejs skipar fyri ferdum til. Umleid 40.000 fólk búgva í býnum, id aftaná Barcelona er ein tann størsti í Katalonia. Vit fingu ongatíd ordliga skil á, hvørjum deildum feløgini spældu í, men funnu tó út av, at Lloret spældi tvær deildir hægri enn Arenys og FC Susannec. Tad sást eisini á vøllinum, at hesir vóru betur enn fyrra mótstødulidid. Teir høvdu bóltin nógv, og vóru vit í fyrstu løtuni av dystinum undir pressi, tad gekk heldur ikki leingi ádrenn teir komu á odda 1-0. Men aftaná hetta, so komu vit betur vid í dystinum; fyrst var Jón Jacobsen vid at javna, men bólturin fór beint yvir málid. Løtuni aftaná er aftur vandi á ferd, aftaná horna, so endar bólturin hjá Rúna Vørmadal, id setur hann í kassan til 1-1, id eisini gjørdist hálvleiksstødan. Stutt inni í seinna hálvleiki fáa vit aftur horna, og aftur hesuferd gevur tad úrslit, Bjørgvin Lenvig er hægstur og vit eru á odda 1-2. Hetta fekk Lloret leikarnar at vakna aftur, og fingu teir nakrar møguleikar, og eydnadist tad teimum aftaná kontraálop at javna til 2-2. 2 dystur og 2 stig, møguleikin fyri gullinum livdi enn.

FC Susannec - FF GIZA
Sídsti dysturin var ímóti lokallidnum FC Susannec, úr býnum Santa Susanna. Býurin liggur heilt út strondina, og er ein ordligur turist býur vid áleid 3500 íbúgvum. Vit skuldu vinna fyri halda vónina um gull ella silvur. Men hóast stórar møguleikar til Jón Jacobsen og Høgna Dam, so endadi dysturin 0-0, og vit móttu taka til takkar vid einum 3. plássid. Men vit kunnu tó reypa av at vera ósigradir í altjóda høpi, vónandi klára vit halda hendan statistikkin tá Euro League og Champions League um nøkur ár verda á skránni.

Hópurin sum luttók í Copa Catalunya: Petur D. Petersen, Høgni Djurhuus, Leivur Holm, Bjørgvin Lenvig, Jógvan Jacobsen, Martin Johannesen, Ragnar Joensen, Jógvan Joensen, Jón Jacobsen, Hans Kári Hansen, Allan Hansen, Eirikur Jacobsen, Fródi Vang, Kenneth Djurhuus, Rúni Vørmadal, Høgni Dam, Bogi Heidriksson, Bjarni Heinesen og Andrass Thomsen. Venjari: Sigurd H. Sigurdsson.

Kvinnurnar hjá GIZA vóru eisini vid í kappingini, men her sást skjótt, at mótstødu lidini vóru á einum nógv hægri stødi, allarhelst á einum hægri stødid enn føroyskur kvinnufótbóltur sum heild. Hóast genturnar kempadi væl og royndi at vera borg, so endadi dystirnir: 9-0 ímóti FC La Roca, 9-0 ímóti FC Lloret de Mar og 7-0 ímóti FC Susannec.

Alt í alt ein sera væl eydna ferd. Dystirnir vóru allir leiktir um kvøldid, og tí darvadi hitin ikki so nógv. Vit royndu tó hava eina venjing ein morgun, men her var hitin ótolandi, yvir 30 hitastig. Leikararnir vera í Spania í eina viku aftrat, taka sær av løttum og njóta hitan.