Tveir skálamenn í svørtum

Avtala er gjørd við teir báðar fyrrverandi Skála leikarnar, Jóhan B. Johansen og Hendrik á Fríðriksmørk.

Báðir hava verið við uppstartinum og eru so mikið nøgdir og spentir, at avtala við Giza Hoyvík gjørdist veruleiki mestsum beinanvegin.

Sermerkta er kanska, at báðir eru vinstrabeintir og røkja framrættaðu plássini. "Teir hava víst góđ evni og ikki minst hugburð til venjing, og tað eru tílíkar typur, vit ynskja til felagið. Samanhald og vilji er okkara sermerki, og tað halda vit sjálvandi fast við", sigur høvuðsvenjarin Frankie Jensen í viðmerking.

Felagið vil hervið ynskja Jóhan og Hendrikki vælkomnar og góða eydnu við kappingarárinum!





HØVUÐSSTUÐLAR







Aðrir stuðlar